Elsti bygningur á garðinum, og sigst vera av heimsins elstu timburhúsum, ið fólk enn búleikast í. Søgnin sigur at skipið, ið togaði Roykstovuna, sakk í Skálsíðubáruni, ein sera sterkur strongur suður úr Hólminum. Teir samanbundnu stokkarnir til veggirnar róku á land, og 3 dagar seinni rak eisini stórviðurin til tekjuna á land. Kemur upprunaliga úr Sogn og Fjordane í mið-Noreg. Har vóru stokkarnir tilevnaðir og síðan togaðir um hav til Føroya: Hetta hendir fyri uml. 900 árum síðan, og her stendur hon enn.
Vit bjóða hetta serstaka umhvørvið fram, til tygara at njóta.