home  landbśnašur  roykstovan  leinkjur  samband  Photos  sųla  webpost


Myndasķša. Fletting.

Her eru nakrar myndir frį fletting ķ Kirkjubų. Enn fletta vit uppį "gamla mįta", uttan taljur o.a. nżmótans. Hetta krevur sjįlvsagt nógv og gott fólk. Vęl gekk at fletta, tį dagurin var av hingu 180 krov ķ hjalli, og tók hetta uml. 9 tķmar til lišugt var.


Hesi bķša!!


Bjųrn og Bogi. Alt veršur skotiš įrenn svavaš. Nógv hevur Koltursbóndin svavaš gjųgnum įr og dag!!


Petur ristir fyri, įšrenn kroviš fer til ein tummara.


Gunnvaldur tummar. Loyst veršur um bśk, bųgir og tjógv, sķšan veršur hongt upp. Vanliga eru 3 at tumma.


Hųršur skręšir skinniš av oman eftir rygginum tį kroviš er komiš at hanga. Eisini sęst Esbern taka innanśr. Ųyšstein ger seg klįran at taka innanśr.


Esbern tekur innanśr. Skjótt gongur og reint er. Mųršarnir hanga į vegginum aftanfyri.


Andreas skivar, og hagani veršur kroviš vigaš og hongt śt į įsin.


40 pund. Gunnvaldur sęr nųgdur śt.


Leggiš til merkis hesi bęši. Vektin er tann sama 38 pund, men annaš kroviš er nógv longri. Hetta kundi tżtt uppį, at ikki lųnar seg at seta ov langan seyš viš. Skilligur munur sęst į tjóvnum og rygginum eisini!!!


Lükka vaskar garnmųšrar. Veršur gott aftur viš rųstum fiski.


Sigriš og Margueritha vaskaš vembur. Skinn liggja til kųlingar aftanfyri, įšrenn saltaš veršur.


Nś er gott at hvķla seg. Gušriš hevur bakaš pannukųkur. Okkurt gott mį nišurum eftir langan og stęvnan dag. Bjųrn, Petur, Doffa og Hųršur.


Móšir og troyttir, men teir flestu klįrašu ein tśr ķ klubban į heimvegnum!
Doffa, Hųršur, Trygvi og Bogi.

Hetta var ein ófųrur dagur, har alt gekk uppį stįs.

Takk fyri.


Kirkjubøargarður v/Jóannes Patursson, Kirkjubøur, Føroyar, tel +298 32 80 89, fax +298 32 80 70


Tróndheim